Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Lennox í Klaksvík

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Professaran úr Oxford, John Lennox hevur vakt áhuga millum føroyingar, nú hann hevur havt trý kvøld á rað við almennum fyrilestrum kring landið.

Talan er tó ikki um somu fyrilestrar, John Lennox heldur. Hóskvøldið var evnið “Er átrúnaður skaðiligur”? Fríggjakvøldið varð sett spurnartekin við “Er Gud ein villleiðing”?

Í kvøld mundu vera nærri 800 fólk í Betesda í Klaksvík, har John Lennox viðgjørdi spurningin “Gud í almenna í rúminum”? Eisini varð høvið at seta spurningar til professaran, sum er ein kendur, avhildin og nógv umbiðin røðari og debatørur.

Salurin, loftið og øll hjárúmini vóru at kalla fullsett og bar væl til umvegis sjónvarpsskýggjar at síggja og hoyra John Lennox alla staðir í húsinum.

Tað sigst, at John Lennox hevur heilar fýra masterútbúgvingar og tríggjar Phd-útbúgvingar. Hann er professari í støddfrøði á universitetinum í Oxford í Onglandi.

Hóast Lennox er farin um tey sjeyti, ferðast hann kortini kring allan heimin at halda fyrilestrar og er við í kjaki og áhugin fyri honum er stórur.