Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Lervig: Norðurøkið fer at kappast um FM

Jákup Ósá

5 spurningar um Effodeildina 2017: Víkinga viðhaldsmaðurin væntar, at kappingin um FM í ár fer at standa millum KÍ, NSÍ og Víking, har breiddin hjá KÍ kann blíva avgerandi.

1. Set stigatalvuna upp soleiðis, sum tú væntar at hon verður:

1 KÍ

2 NSÍ

3 Víkingur

4 B36

5 HB

6 Skála

7 ÍF

8 07 Vestur

9 TB/FC Suðuroy/Royn

10 EB/Streymur

2. Hví væntar tú, at júst hetta liðið vinnur FM?

Tað er tí, at eg haldi, at KÍ hevur hevur keypt skila gott inn, og at teir hava um ikki tann breiðasta hópin í Effodeildini, og tá hugsi eg um, at teir hava bæði nr. 12–13–14–15–16–17–18 at seta inn, sum hava nógvar royndir í Effodeildini, sum nokk kemur at vera KÍ til góðar.

3. Hvør verður ársins leikari í ár?

Páll Klettskarð (KÍ)

4. Hvat er/verður besta keypið í Effodeildini síðani síðsta kappingarár og hví?

Martin Bergvold, tí at hetta er ein av teimum heilt stóru profilinum, sum er komin hendan vegin spæla fótbólt, hann hevur spælt a høgum støði,og hevur nógvar royndir, sum kemur at vera HB til góðar.

5. Hvat væntar tú av tínum liði í ár og hví enda teir har sum teir enda?

Hasin har er nokk so ringur at svara uppá, sum øll vita, so vilja øll vinna ímóti meistarunum, og tað kann koma heilt sikkurt geva okkum nakrar trupulleikar við at fáa tey stigini, sum er neyðug at fáa. Vit enda nr. 3 tí vit hava tí rutinu á liðnum, sum skal til, men vit hava ikki tí breidd og rutinu sum KÍ hevur á sínum liðið.