John Petersen verður verðandi í B36 komandi ár, hóast feløg sum eitt nú Skála hava ligið fram við.
Tað hevur annars ligið á ljóði at John var á veg til Skála, men tá vit hittu hann í morgun (týsdagin) vísti hann hesum tíðindunum frá sær.
– Eg havi ofta sagt at eg kundi hugsað mær at spælt aftur á Skála áðrenn eg gavst sum fótbóltsleikari, men tað vísir seg sum um tað er trupult at finna rætta tíspunktið.
– Eg havi fornýggja avtaluna við B36 og tí verið eg verðandi í havnini komandi kappingarár, men sum sagt kundi tað verið áhugavert at roynt aðrar leiðir.
John Petersen hevur leikt við B36 síðani 1997 og er 31 ára gamal.




