Team Klaksvík hevur styrkt um hópin og hevur gjørt avtalu við John Petersen og kurt Mørkøre.
John Petersen við Team Klaksvík sunnudagin
Nú tað av álvara nærkast avgerðini um uppflyting í 1. deild, roynir Team Klaksvík at styrkja sær liðið. Fríðin Ziskason upplýsir, at avtalur eru gjørdar við Kurt Mørkøre og John Petersen um at leika við liðnum, nú fýra dystir eru eftir at leika. Til dystin sunnudagin ímóti EB í KÍ-høllini er Kurt Mørkøre tó ivasamur vegna knæskaða.
Sunnudagin kemur EB á vitjan í KÍ-høllini, har dystur verður ímóti Team Klaksvík kl. 19:00.
Heimasíðan www.team-klaksvik.com upplýsir, at liðið nú er sett:
Jákup Mikkelsen og Bent Hansen verða í málinum.
Útileikarar verða: Allan Mørkøre, Fríðin Ziskason, Niclas Niclasen, Meinhardt Joensen, Dánjal Kjærbo, Rógvi Olsen, Willy, Jón Jacobsen, Gunnar á Steig, Tórður Lervig og so tveir nýggir leikarar: John Petersen og Kurt Mørkøre.
Kurt er tó ivasamur vegna skaða í knænum, men heimasíðan upplýsir, at John verður við.
Eiðismenn, ið hevur møtt til allar sínar dystir, siga at teir eru sera spentir til at koma til Klaksvíkar at leika hondbólt.
Dysturin, sum byrjar klokkan 19 sunnukvøldið, er eisini tann fyrsti heimadysturin hjá Team Klaksvík í ár, samstundis sum tann nýggi Bassin, sum Team Klaksvík hevur fingið frá Útistovu verður tikin í brúk.
Tað er ikki neyðugt við nærri frágreiðing um Kurt Mørkøre, men í stuttum kann sigast, at hann er einamest kendur sum fótbóltsleikari, og er í løtuni við at skapa sær eitt navn sum venjari í fótbólti. Kurt skal standa á odda fyri besta liðinum hjá B36 komandi kappingarár, og tað er av hesari orsøk, at Kurt er komin heim aftur á klettarnar. Tað hevur so eydnast leiðluni í Team Klaksvík at fáa Kurt at leika við, í fyrstu atløgu, móti EB sunnudagin. Kurt hevur leikt hondbólt í bestu deildini, og var hann millum teir, sum vóru á liðinum, seinast Stjørnan var í bestu deildini. Tað er at fegnast um, at Kurt nú aftur er fúsur at leika hondbólt í Klaksvík.
John Petersen hevur jattað at hjálpa Team Klaksvík við teimum seinastu dystunum. John hevur altíð verið ein tann besti leikarin í landinum, bæði í hondbólti og fótbólti. John býr niðri, men er heima við jøvnum millumbilum í samband við landsliðið í fótbólti. Bara hetta ikki verður sum við Jens Martini, sum ongan dyst er møttur upp til enn. Orsøkin til, at Team Klaksvík roynir at styrkja sær um liðið er snøgt sagt fyri at tryggja uppflyting í 1. deild, sum nú er í eygsjón, og har er tað einamest dysturin ímóti VÍF, sum á pappírinum er tann torførasti.




