Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Rajani: Poul Michelsen lýgur

Helgi Abrahamsen

“Landsstýrismanninum dámar ikki meg sum persón.” Tað skriva John Rajani í einum av íalt 33 punktum, sum hann hevur sent til Løgtingsins Umboðsmann.

“Landsstýrismanninum dámar ikki meg sum persón.” Tað skriva John Rajani í einum av íalt 33 punktum, sum hann hevur sent til Løgtingsins Umboðsmann.

John Rajani hevur kært Løgmann og landsstýrismannin í Uttanríkis- og Vinnumálum til Umboðsmannin.

“Landsstýrismaðurin roynir at geva sína meining til kennar við “sakligum” argumentum, men tað eydnast ikki landsstýrismanninum at halda seg til sakligu argumentini, so mangt annað – púra óviðkomandi – verður eisini tikið við til tess at “undirbyggja” hansara niðurstøðu,” skrivar John Rajani millum annað í longu kæruni.

Viðmerkingarnar eru ósannar og niðurgerandi

Umframt at vera ósakligar, sigur John Rajani, at viðmerkingarnar hjá Poul Michelsen eru ósannar og niðurgerandi.

“Eitt er, at eg skal vera frávaldur sum stjóri fyri BankNordik. Hettar er beinleiðis ósatt. Eitt annað er, at landsstýrismaðurin í sínum privata virki skal hava ringar royndir av mínum persóni. Her skal upplýsast, at eg ikki veit um nakað samband millum meg og landsstýrismannin, burtursæð frá, at eg fyri 21 árum síðani arbeiddi ein ella tveir mánaðar á Føroya Fiskasølu, tá landsstýrismaðurin var stjóri fyri hesa fyritøku. Eg havi onki samband havt við landsstýrismannin sum stjóri fyri BankNordik,” sigur John Rajani.

Hann vísir eisini aftur at hann skal vera heftur av BankNordik, og hann vísir á, at elektroniska dataskipanin hjá føroysku peningastovnunum varð løgd til ein danskan datasentral langt áðrenn hann bleiv stjóri í BankNordik.

“Landdstýrismaðurin veit, at eg onki havi havt við hesi viðurskifti at gera,” sigur John Rajani í kæruni til Løgtingsins Umboðsmann.

Tann best skikkaði eigur starvið

John Rajani vísir á, at sambært løgfrøðilesnaði, rættarpraksis og sambært praksis hjá danska og føroyska umboðsmanninum hevur tað almenna eina treytaleysa skyldu at seta best skikkaða umsøkjaran í eitt alment starv, og tað eigur at vera ein rein fyrisitingarlig avgerð at seta eitt starvsfólk í starv hjá tí almenna.

“Niðurstøðan hjá setanarbólkinum er púra greið: Ein samdur setanarbólkur er av teirri áskoðan, at eg eri einasti “serstakliga væl skikkaði” persónurin til starvið,” skrivar John Rajani. Hann sigur, at gongdin í hesum málinum vísir, at tá ið úrslitið av teirri tilgond, sum politiska skipanin sjálv hevði sett í verk, ikki hóvaði politisku skipanini, so varð øll setanartilgondin skúgvað til viks, og tað var ikki gjørt av sakligum orsøkum.

“Løgmaður broytti treytirnar eftirfylgjandi, eftir at setanarbólkurin var liðugur við sítt arbeiði,” sigur John Rajani, sum nú hevur kært Løgmann og landsstýrismannin í Uttanríkis- og Vinnumálum til Løgtingsins Umboðsmann.

Les eisini greinina: Tað er ikki løgmaður ella landsstýrismaður sum skal meta um hvør skal hava starv í landsumsitingini.