Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Reid Bjatalíð: Nakrar hugsjónir í samband við ítróttina

John William Joensen

Millum okkum kann hendan 20. øldin kallast ítróttarøldin, skrivar John Reid Bjartalíð, sáli, fyri 50 árum síðan tá hann "uppfann" fair play langt áðrenn nakar hugsaði tann vegin.

John Reid Bjartalíð skrivar:
Fyrsta tíðarskeið í ítróttarsøgu okkara er lokið, og vit byrja næsta leik við ljósum og ríkum vónum, heitir um ennið at gera okkara besta á leikvøllinum og dagliga arbeiði, úti so væl sum inni, og millum vinir og kenningar at vísa okkum sálarliga og likamliga frísk ítróttarfólk.
Í stuttum sagt, so eigur ítróttin í dag at miðja ímóti, at unglingurin færl fríska luft í lungur, fjølbroytta og væl samsvarandi yppbygging av spongum og streingjum, styrki í sinni og sál og at herða lyndið til fúsir at stríðast fyri tí, sum dagliga krevst til lívsins uppihald og trivnað samfelagsins.
Uttan skiftandi livikor skapar eingin náttúrligur og kraftmikil vøkstur. Tað er ein ófrávíkilig náttúrulóg, sum her tykist at hava lagt í menniskjuna eina trongd til umskiftan og órógv. Tað er ein hin størsta skylda hjá foreldrum at lata børnini eiga stundir til at órógva seg og hava frí til at fylgja og íðka hesa trongd.
At vera fimur og liðuligur er tekin uppá frískleika og ungdóm, eins og tað at vera stívur og óliðuligur er teikin uppá veikleika, aldur og elli. Tað at herða sín kropp og at vera fráhaldin, tað eru størstu boð hjá einum røttum ítróttarmanni.
– Hvør ítróttarmaður hevur ta ábyrgd á sær, at hansara leikur og hansara brøgd skulu bera góðan ávøkstur. Hann  eigur sjálvur at vera og læra aðrar at vera siðiligar og góðar ”kammeratar” frá ungum árum av, trúgvur og álítandi, orðhaldin og ikki at gloyma vin í neyð.
– Ein sannur ítróttarmaður virkar fyri vøkrum og siðiligum leiki og eigur at fara høviskiliga fram ímóti mótstøðumanninum, ovið styrki og varni og halda fyriskrivaða mannagongd. Hann eigur at vera riddarligur í allari ferð síni, bæði á leikvølli og fyri uttan leikvøll.
– At venja, tað er at halda áfam.
– Aldri at gevast, aldri at troyttast, Eingin, sum er við til venjingar í einari ella aðari ítróttargrein, heldur, at hann er liðugur og er komin á mál.