Menninir á myndini eru Jógvan í Ánunum við sykluni og John Reid Bjartalíð (1916-1993) við einum stórum smíli. Báðir við tí føroysku húgvuni, sum sjáldan sæst longur.
Tey meira tilkomnu minnast væl hesar báðar menninar, sum eyðkendu Klaksvík á hvør sín hátt. Jógvan var tann meira spakføri, meðan John Reid ikki smæddi seg burtur. Hann var í so mongum vasi, men helst er hann best kendur sum sálin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann var í nevndini frá 1937 og har hann røkti formansstarvið frá 1948, til hann ikki tók við afturvali í 1972.
Minni kent er kanska, at John Reid eisini var undangongumaður at seta bókasavn á stovn í Klaksvík, og at hann starvaðist har í nógv ár. Fyrstu tíðina húsaðist bókasavnið í leigaðum hølum úti í Búðunum og seinni í øðrum leigaðum hølum, men í 1977 flutti savnið í egin høli á Biskupstøð, har bókasavnið framvegis heldur til. Sjálvur var eg íðin at læna bøkur á bókasavninum í uppvøkstrinum, har Jaspur altíð var tilreiðar at hjálpa og vegleiða.
Einaferð skuldi danski presturin, rithøvundurin og fyrilestrahaldarin Johannes Møllehave, sum sjálvur las og skrivaði nógv, taka til, at hann visti ikki, hvussu tað var í himmiríki, men hann vónaði, at har var eitt rúgvismikið bókasavn. Símun Waag Høgnesen tók myndina í 1975


