Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John Ryan og Alexander vandu við

(
John Færø)

Millum KÍ-leikararnar, sum vandu fríggjakvøldið, sóust m.a. John Ryan og Alexander Djordjevic, sum saman við hinum leikarunum og Jan Joensen venjara løgdu síðstu hond á fyrireikingarnar til landskappingardystin sunnudagin ímóti FS Vágum.

Eftir keðiliga 1-7 stórtapið ímóti B36 síðsta sunnudag er dysturin sunnudagin ímóti FS Vágum, sum kemur á vitjan í Klaksvík, blivin ein rættiliga avgerandi dystur fyri KÍ, har uppgávan má vera at venda skútuni aftur á beint.
Jan Joensen, KÍ-venjari, hevur í vikuni sagt við Norðlýsið, at dysturin ímóti FS Vágum er tann, har KÍ skal reisa seg aftur eftir ringa túrin í Gundadali seinasta sunnudag.
FS Vágar er annars eitt lið við fleiri góðum leikarum, og sigurin hjá teimum á B68 sunnudagin prógvar, at als einki skal takast fyri givið, tá teir eru mótstøðuliðið.