Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

John Syderbø venjari hjá Mjølnir monnunum

Jóhann Lützen

Tað er eitt kent Mjølnir andlit, sum fer at taka sær venjaragerninginum hjá besta mansliðnum hjá Mjølnir komandi ár.

 

John Syderbø er uppvaksin í Mjølnir, hann byrjaði at spæla flogbólt sum 12 ára gamal og hann kom á besta liðið sum 18 ára gamal. Hann hevur vunnið 2 meistaraheiti fyri Mjølnir og var við til at vinna fyrstu steypafinaluna í Føroyum í ár 2000 við Mjølnir. John hevur harumframt leikt í Danmark við VK74 í Ålborg.

John hevur verið venjari hjá Mjølnir fyrr, tá hann var leikandi venjari í 2002. Hann hevur eisini vant Fleyr menninar í tvey ár.

John er spentur til uppgávuna og gleðir seg at heilsa uppá leikararnar, sum allir hava verið í gongd síðan seinasta kappingarár.

–  Vit ætla okkum at byggja á góðu úrslitini frá undanfarnu árunum og verða í toppinum. Vit skulu út í Europa og har vilja vit eisini royna at gera ein góðan figur, sigur John Syderbø í stuttari viðmerking til Norðlýsið.