Fjølmiðlar siga, at Chelsea verjuleikarin fær bjóðað venjarastarv í Superliguni.
Fjølmiðlar siga, at Chelsea verjuleikarin fær bjóðað venjarastarv í Superliguni.
Tað er alment kent í fleiri ár, at Chelsea verjuleikarin John Terry er vinmaður við formanninum, Jan Bech Andersen, í stýrinum hjá Brøndby. 35 ára gamli John Terry hevur fingið at vita frá Chelsea, at hann fær ikki nýggjan sáttmála í felagnum. Tí er spurningurin, hvar hann endar í summar, tá sáttmálin gongur út. Daily Mirror skrivar, at Terry fær bjóðað venjarastarvið í Brøndby í summar, og afturi í 2014 segði Terry alment, at hann vildi ikki avskriva at fara til Brøndby einaferð seinni, og hann fylgir gongdini í Brøndby rættuliga væl. Brøndby hevur áður fingið óvæntaða tilgongd úr Premier League, tá m.a. Daniel Agger skifti frá Liverpool til Brøndby fyri fáum árum síðani.
Hvussu stórur møguleiki er fyri, at Terry tekur av venjarastarvinum skrivar blaðið einki um, men áhugin fyri at fáa Terry er stórur. M.a. í Kina og í USA. Fíggjarliga hevur Brøndby neyvan nakran møguleika at kappast við feløg i hesum londum.




