Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

John vil hava Vaktar- og Bjargingartænastuna til Klaksvíkar

John William Joensen

Undir orðaskiftinum í tinginum í gjár um Trygdarmiðstøðina, skeyt John Jóhannesen at Fiskiveiðueftirlitið og V&B verða flutt til Klaksvíkar.

Sum heild var uppskotið um nýggju trygdarmiðstøðina í Klaksvík sera jaligt.
Tó vóru samgonulimir í iva um teir skuldu atkvøða fyri einum andstøðuuppskotið og heldur bíðja eftir at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kom við uppskotinum.

Uppskotið var sent í vinnunevndina og eingin ivi er um at tað hóast ivamál far eina jaliga viðgerð.

Vaktar- og Bjargingartænastan
John Jóhannesen, úr Javnaðarflokkinum, helt at uppskotið var skilagott men hann hevði eisini eitt annað uppskot.

Hann mælti til, at kannað verður, um ikki Fiskiveiðieftirlitið og harvið V&B eisini verða løgd í Klaksvík, sum er okkara fiskivinnuhøvuðsstaður. Tað gevur betri meining, at Fiskiveiðieftirlitið liggur í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, heldur enn uppi í fjøllunum í Havn, segði hann m.a.