Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Johnny kannar vallyftir og vísir á avbjóðingar

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur heitt á Johnny í Grótinum at eftirkanna vallyftir í valstríðnum. Eisini vísir Johnny her á nakrar av týðandi búskaparpolitisku avbjóðingunum, ið standa fyri framman.

Sum búskaparfrøðingur og limur í Búskaparráðnum er upplagt, at tað verður úr einum búskaparfakligum vinkli, at Johnny í Grótinum viðger vallyftini og páhaldini hjá politisku valevnunum.

Men hvørji eru yvirskipaðu búskaparligu avbjóðingarnar, ið politikararnir mugu hava boð upp á loysnir á?

Avbjóðingar frá síðst standa við

Áðrenn seinasta løgtingsval í 2019 skrivaði Johnny í Grótinum eina grein her í Norðlýsinum um tríggjar tær mest týðandi avbjóðingarnar, sum ein nýggj samgonga mátti hava nøkur boð upp á loysnir til. Tær tríggjar avbjóðingarnar vóru bústaðartrot, sveiggjandi tilfeingisinntøkur og bólgnandi vælferðarútreiðslur.

“Fráfarandi samgonga hevur havt hesar tríggjar avbjóðingarnar á breddanum, men man kann vist róliga staðfesta, at tey komu ikki á mál við at loysa tær” staðfestir Johnny í Grótinum. “Óiva kunnu politikararnir í ávísan mun skylda upp á koronufarsóttina, sum fylti nógv frá á várið 2020, men staðfestast má, at vit eru ikki komin nógv nærri loysnum á hesum avbjóðingum.”

Fleiri týðandi nýggjar avbjóðingar

Men sambært Johnny eru fleiri týðandi avbjóðingar lagstar aftrat hesum.

“Umframt boð upp á loysnir á teimum trimum avbjóðingunum, mugu politikararnir nú eisini fyrihalda seg til fleiri aðrar átroðkandi búskaparpolitiskar avbjóðingar av varandi slag. Her kunnu nevnast tríggjar aðrar:

1. Veðurlagskreppan er av álvara komin á breddan, har tað serliga eru yngru ættarliðini, sum krevja politiska handling nú, soleiðis at grøna orkuskiftið verður framt í verki. Ein veðurlagspolitikkur er samtyktur av fráfarandi samgongu, men átøkini mugu setast í verk.

2. Inflasjónin er methøg, sum ger, at renturnar eru ógvusliga hækkandi. Hetta førir væntandi til búskaparliga afturgongd úti í heimi og harvið eisini sannlíkt her heima. Tí mugu politikararnir eisini hava boð upp á politisku raðfestingarnar í hesi broyttu støðuni. Vit hava ikki ráð til alt.

3. Útlendskir løntakarar eru ein skjótt vaksandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum, har parturin síðstu 4 árini er tvífaldaður úr 3,5 til 7%. Við versnandi starvsfólkatrotinum innan vælferðarøkini og skjótt veksandi ferðavinnuni heldur hendan gongdin áfram komandi árini. Politisk støðutakan má til, hvussu integratiónin skal fremjast í verki.”

Komandi tvær vikurnar seta vit á Norðlýsinum saman við búskaparfrøðinginum sjóneykuna á vallyftini og páhaldini hjá politisku valevnunum. Hevur tú okkurt vallyfti ella páhald, ið tú ynskir eftirkanna, so er bara at skriva til Norðlýsið ella viðmerkja til greinina.