Lýsing
Lýsing
Lýsing
Biskupstorgið er eitt av fleiri byggiverkætlanum hjá Bústøðum farnu árini. Bústaðartrotið er ein av stóru avbjóðingunum. | Mynd: Norðlýsið / Oliver Joensen

Búskaparfrøðingurin: Tríggjar tær størstu avbjóðingarnar

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  08.09.2019 - 10:23 Politikkur Tíðindi

Stórt bústaðartrot, sveiggjandi tilfeingisinntøkur og bólgnandi vælferðarútreiðslur eru tríggjar av teim størstu búskaparligu avbjóðingunum, sum hendan samgongan skal handfara komandi fýra árini. Einfaldari blívur tað ikki av, at avbjóðingarnar hanga óloysiliga saman. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur viðger.

Onnur meira eym etisk mál hava sett dagsskránna í miðlingini um samgongusamráðingarnar. Men tá samgonguskjalið verður alment er vert at leggja til merkis, hvørjar loysnir samgongan hevur upp á nakrar av stóru búskaparligu avbjóðingunum í Føroyum framyvir. Í grein míni í farnu viku lýsti eg við støði í heystfrágreiðing Búskaparráðsins aktuellu búskaparstøðuna, har staðfest bleiv, at heiti búskapurin ikki hevur tørv á stimbran frá almennari síðu. Hesa vikuna vil eg eyðmerkja tríggjar av meira varandi avbjóðingunum fyri búskaparpolitikkin.

Tær tríggjar avbjóðingarnar eru álvarsamar

Á inntøkusíðini hjá landskassanum verður áhugavert at síggja, hvat borgarliga samgongan ætlar við tilfeingisinntøkunum, sum í ár muna heilt væl í landskassanum. Tí tað skulu nógvar inntøkur til at fíggja bólgnandi vælferðarútreiðlsurnar, sum eisini komandi árini væntast at vaksa nógv. Stóra bústaðartrotið kann lesast sum eitt úrslit av, at undanfarnu samgongurnar eydnaðust við at fáa vent fráflyting til fólkavøkstur, men framyvir kann bústaðartrotið skjótt køva vøkstrinum. Teir tríggir borgarligu flokkarnir hava tó verið rættiliga ymiskir á málið um loysnir upp á tann trupulleikan, sum vit skulu viðgera seinni.

Sambandið millum avbjóðingarnar

Hesar tríggjar avbjóðingarnar hanga óloysiliga saman. Inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum er vaksnar frá ongum fyri fáum árum síðani til eina hálva milliard krónur í ár, samstundis er talið av eldri borgarum økt við 25% í sama tíðarskeiði, sum hevur økt vælferðarútreiðslurnar. Komandi tvey áratíggjuni veksur talið av eldri borgarum enn skjótari enn síðstu tíggju árini, har einasta veruliga haldføra loysnin uppá tí avbjóðingina er, at vit í enn størri mun fáa yngru ættarliðini at støðast í Føroyum. Til tess má bústaðartrotið loysast.

Meðan vit bíða eftir nýggja samgonguskjalinum, fari eg í dag at viðgera hesar tríggjar avbjóðingarnar fyri føroyska búskapin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum