Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jøkul KG 407 – seinasta træskipið smíðað í Føroyum

Óli Olsen

Rithøvundurin Óli Olsen, sum í hesum døgum leggur allar seinastu hond á stóra verkið: Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð, hevur sent okkum hesar reglur.

Rithøvundurin Óli Olsen, sum í hesum døgum leggur allar seinastu hond á stóra verkið: Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð, hevur sent okkum hesar reglur.

Í 1978 fór Jøkul – seinasta veruliga træskipið smíðað í Føroyum – av bakkastokki á Grótrætt norðan fyri Klaksvík. Jógvan Olsen (á Lítlu beding) smíðaði 50-tonsaran saman við monnum sínum til Sámal Thorsteinsson, stjóra á Tog- og snørisvirkinum í Klaksvík.

Farið var óføra snøgt og væl útgjørt, tá ið tað fór at fiska. Hevði egningarmaskinu, kuldagoymslu til agn og annað, stórt lugar við átta koyggjum og rúmligt bestikkrúm aftan fyri brúnna. Jøkul hevði ein 390 hesta deutz diesel, sum gav honum eina ferð upp á tíggju míl. Skipari fyrstu tíðina var Ísak Matras av Norðoyri.

Sámal Thorsteinsson mintist landið, haðan fedrarnir komu, tá ið doypast skuldi. Faðirin, Hermann Thorsteinsson, var av íslendskari ætt og giftur til Klaksvíkar. Hann var til lands um summarið og hevði konu og børn yvir við. Kristina Thorsteinsson, kona Sámal, doypti farið við hesum orðum:

Har fedrar búðu við jøkulsrond,

á hav teir fóru og fiskin drógu við jøkulsstrond.

Hetta gav hugskot til farið at nevna.

Tað stendur her listaliga vakurt tilevnað.

Gud signi manning og fong, tú skalt bera.

Jøkul skal navn títt verða.

Kenneth Justesen í Hvannasundi keypti, sum skilst, tíðliga part í Jøkul og fór at føra bátin. Teir fiskaðu laks norðanfyri um veturin og royndu við línu undir Føroyum um summarið. Snellubátur varð Jøkul ongantíð, tí hann fekst ikki at liggja avhálaður. Men góður línubátur var. Egningarmaskinan, sum av fyrstan tíð varð koyrd í land, tí hon fekst ikki at rigga, kom umborð aftur, og tá bar til. Einstakar túrar komu teir aftur fullir undir lúkurnar við línufiski. Men hesi árini var laksafiskiskapurin kortini álitið.

Í 1985 seldu Sámal Thorsteinsson og Kenneth Justesen 50-tonsaran, og komandi árini broyttust eigaraviðurskiftini av og á. Sum samsýning fyri at gevast at fiska laks, fekk hesin skipabólkur kalvakvotu undir Íslandi, og ein túrin, teir sigldu heim undan Íslandi, fekk Jøkul sjógv, sum gjørdi stóran skaða. Báturin kom at liggja við bryggju, men so keypti Jørleivur Rasmussen í Grótinum bátin og setti hann í stand. Seinastu tíðina hevur Jøkul ligið við bryggju í Klaksvík.

Harleywoodpaint