Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jól á Gamlavegi

Tíðindaskriv

Á Skála verður skipað fyri jólasølum og framsýningum v.m. í dag, leygardagin 12. desember.

Á Skála verður skipað fyri jólasølum og framsýningum v.m. í dag, leygardagin 12. desember.

Luttakararnir eru av Skála og nærumhvørvinum, og er talan serliga um heimagjørdar lutir, so sum jólaprýði, klædnapløgg, smúkkur, bomm og málningar.

Hetta fer fram í hugnaligum neystum eftir Gamlavegi, og umframt sølu og framsýningar eru eisini onnur áhugaverd tiltøk á skránni.

Jólamenn vitja, barnakór syngur, “Kom við til Spæliland” luttekur, barnaverkstað o.a.

Neystini hava eisini fingið stuttlig nøvn, sum oftast sipa til neystaeigaran.

Tiltakið byrjar klokkan 14.00. Stigtakararnir vóna at síggja nógv fólk, og eru øll hjartaliga vælkomin.

SÍ SKRÁNNA NIÐANFYRI: