Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jól hava einglaljóð

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið vórðu jólatrøini í Kalsoynni tendrað, har blíðskapurin sum altíð var óførur í øllum bygdunum.

Við í ferðini vóru Klaksvíkar Hornorkestur og eisini Absalon Hansen, sum er ættaður úr Norðnastovu í Mikladali, ið helt røðuna við trøini.

Her niðanfyri verður røðan hjá Absalon Hansen endurgivin:

Tá ið eg varð spurdur, um eg kundi siga nøkur orð um jól í Mikladali, ella á Kalsoynni, í mínum uppvøkstri, so hevði helst verið lættast at sloppið sær undan. Men hvat? Vit forvænta øll, at nøkur orð verða søgd við eitt slíkt høvi, nevniliga tá jólatræið/jólatrøini verða tendraði á oynni. Tey í hornorkestrinum eru, hvørjaferð, til dystin fús, og setir tað sín serstaka dám á, og stóra tøkk eiga tey fyri tað.

At Klaksvíkar Kommuna kom uppí her hjá okkum, á Kalsoynni, hevur ríkað báðar partar á so mangan hátt, og eru jólini, og ‘jólaligheit’, onki undantak.

Tað, sum eg minnist við mínum barna jólum, og adventstíð í Mikladali, var at ein gleddi seg allan desember mánaða, til jólini.

Adventskransur varð hongdur upp í skúlanum, og so hvørt sum mánin gekk, vóru fleiri ljós tendraði, og vit børn sóu jólini nærkast.

Onki elektrisitet/ravnmang var í bygdunum á oynni, míni 10 fyrstu barnaár, so petroliumslampur, stormkinglyktir, saman við kertuljósum, vóru álitið tá um lýsið ráddi. Hettar tætta myrkri, gjørdi at ljósini sóust enn betri – ein sera hugnalig tíð at minnast aftur á. Skuldi eitt lampuglas brotna, so fingust tey norðuri í Stovu, á Húsum, har tey eisini seldu teir sera vælumtóktu hvítbotnaðu gummiskógvarnar, ið fleiri gingu í – eitt sindur av samhandli var altso ímillum bygdirnar.

Ein genta, her í Mikladali, fylti 30. novembur. Heimafturkomin úr hennara føðingardegi, varð føst traditión, at heingja jólakalendaran upp, so lúkurnar kundu opnast morgunin eftir. Fyrstu árini var tað bara tann eini kalendarin, sum vit systkini skiftust um at opna, eftir tørni. Seinni fingu vit ein, ella fleiri, jólakalendarar í part.

Samferðslan var ikki sum nú, og skuldi ein ferðast, so mátti ein í Polaris, ella seinni Barðsskorð. Ofta varð keðiligt veður um jóltíðir, men nøkur løgdu nógv fyri, og treiskaðu seg norð til jólahátíðina.

Umborð á postbátinum møttu vit kenningum og skyldfólki, sum búðu við fjørðin ella ofta ferðaðust á fjørðinum og um fjørðin, yvir í Kalsoynna ella til Kunoyar.

Dúgliga varð prátað bæði á dekkinum, lugarinum, og afturi í skúrinum. Tosað varð um leyst og fast, og tað sum hoyrdi árstíðini til, um jóltíðir og sjálvandi jólahald.

Rekkjufylgjan á túrinum varð; Syðradalur, Húsar, Kunoy, Mikladalur og so Trøllanes. Og so mótsætt á heimtúrinum, men tá var tað tilkallling. Og tóku fólk nakað soleiðis til tá; “kom afturat landið”. Og so bleiv ringt norð á Nes, og tey søgdu so frá, tá posturin fór av Nesi, tí tá varð passaligt at ragga sær oman í fjøru – soleiðis tæntu fólk hvør øðrum. Var brim, so mátti lítlibátur takast í brúk. Hann varð mannaður av sera dugnaligum, og hartil róligum, monnum. Hesir menn bundu ein enda um teg, sum aftur gekk í land, og góðu tær tíðum hesi ráð; “Tá báturin kemur upp, so loypir tú í land”. Sterkar hendir á kaiini hálaðu so í endan, og sloppið varð, men ofta stóð tú um hálvar leggirnar, tá føturnar komu á fast, tí brimið tók ofta um alla helluna. Ofta varð jólavøra, postur, kol, oljutunnur, kraftfóður stjórað í land. Og so vórðu mjólkadunkar, jólapostur, krov, og onnur vørða koyrd umborð. Hettar gekk vanliga uppá stás, tí tá vóru nógv fleiri fólk, í flestu bygdum á oynni.

Vit í Mikladali høvdu tó betri treytir enn Nesfólk, ið ofta høvdu lítið samband um veturin. Hartil vóru tey ikki so mong, ið skuldu fáa alt góðsið niðan á bakkan, og til hús. Eg minnist onki til, at fólk gramdu seg – tað gekk alt uppá stás. Alt viðvíkjandi lossing á ‘postinum’, soleiðis nevndist postbáturin ímillum fólkið, sum her búleikaðist, var alt gjørt í felag, líka úr sjónum, í rennistrongin og til dyrnar á rennistronghúsinum.

Men fólki, sum her í oynni, kendu treytirnar. Vit lagaðu okkum til givnu umstøðurnar, og Nesfólk gingu meiri enn so heim til Mikladals, fyri at sleppa í postbátin, tá ikki var postveður á Nesi.

Tá tað so ikki varð lendandi her í Mikladali heldur, gingu fólk í norðaru hálvu í oynni, nokkso javnan, til Húsar fyri at sleppa av oynni. Somuleiðis gingu tey, sum vóru ávegis norð, norðeftir oynni. Hetta var nokkso drúgvur túrur, og okkurt viðføri høvdu fólk vanliga við. Eg minnist sum seks ára gamal smádrongur, at Geila Jóanis fylgja mær og mammu ávegis, meðan pápi kom ímóti okkum heim í Hattardal.

Eg havi, seinni, meiri enn so fylgt fólki úr Mikladali til Húsar, og borið kuffert, í fetli, fyri ferðafólk, serliga konufólk. Tá vóru ongir tunlar, so alt gekk fyri seg uttaná oynni.

Eisini varð vanligt at ganga ímóti fólki, ið varð ávegis norðeftir, fyri at lætta um viðførisbyrðuna.

Flestu okkara høvdu skyldfólk, ella vinfólk, á Húsum ella Syðradali, og har varð man altíð sera væl móttikin, og nýtti stóran blíðskap, meðan bíða varð eftir postbátinum. Tað var eiheldur óvanligt at liggja nátt á Húsum ella Syðradali.

Men aftur til barnajólini.

Gudstrúgvin fylti nógv í okkara barnajólum. Kirkjan varð pyntað við livandi kertuljósum. Ein óskrivað lóg segði, at ikki skuldi pakkast upp fyrrenn eftir kirkjutíð jólaaftanskøld. Eg haldi enntá eisini at jóladøgurðin skuldi niðurum, áðrenn upp bleiv pakkað. Minnist meg rætt, ótu flest øll ræst kjógv jólaaftan. Tó át onkur ræstan fisk, á miðdegi, og nøkur fá høvdu gæs, so helst otu tey gás jólaaftan. Eg veit onki um, at nakar át dunnu – dunnurnar sutlaðu í vaskirennunum í Kampmannagilið, so helst eru mínir fordómar til hesar smáu slam-súgvararnar/dunnurnar komnir haðani. Skikkur var at vitja húsanna millum um jóltíðir, og vit børn nutu miklan blíðskap í øllum húsum.

Øll vóru boðin til jólatræ, í skúlanum, har vit børn onkuntíð spældu eitt lítlan leik. Anna Mørkøre, Anna hjá Nielsi lærari, var leikstjóri, og segði til nær vit skuldu marsjera aftast úr skúlagongini, syngjandi sangin: “Tað vóru seyðamenn á vakt, og goymdu sínar smalur, alt fylgið hevði stilt seg lagt, ei lamb í líðum spælir. Sjálvt varnir hundar durva smátt. Í dølum valdar dimma nátt, um heimin Harrans friður”.

Vit gingu so við hvør sínum kertuljósi, inn í skúlastovuna og fram í landnyrðingshorn, har vit skiftust at lesa onkran jólaligan tekst, m.a. um hirðarnar, ið fingu einglavitjan á Betlehems fløtum, jólanátt. Um hvussu teir funnu nýfødda Jesubarnið í fjósinum, og um vísmenninar úr eysturlondum, sum komu at tilbiðja. “Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann”, varð lisið upp fyri teimum vaksnu fólkunum, ið komin vóru til jólatræ, í

skúlanum. Síðani slerdu øll ring um jólatræi, og sungu nakrar sangir. Dúgliga varð dansað um jólatræið, og allir teir traditionellu sangirnir vóru sungnir. So komu oftast ein ella tveir jólamenn, og býttu pakkar til øll, ið vóru í skúlaaldri og niðureftir. Til seinast var kaffi og køkur til øll ið møtt vóru.

Annað jólakvøld var ofta dansur í dansistovuni í Avhaldshúsinum.

Uppundir nýggjar var so ein rimmar veitsla í Avhaldshúsinum, sum øll bygdin varð boðin til. Har varð borðreitt til alla bygdina.

So sera hugnalig tíð at minnast aftur á, má sigast, og stórt í okkara barnaeygum. Hóast alt tá á døgum gekk í eitt sindur lægri gear’i enn nú.

 

Heimi á oynni hava fólk sjálvsagt havt sínar traditiónir, og helst hava jólini, og jólahaldið, lýkst nokkso nógv.

Sambandi ímillum Syðradal og Húsar hevur helst verið meiri javnan, við tað at tær liggja nærri, og lagaligari fyri, enn bygdirnar norðanfyri.

Syðradalur var jólabygd, og tað var ein frægd at hoyra Asbjørn Lómaklett greiða frá hugnaliga jóladansinum annað jólakvøld.

Hvørt hús opið, og øll vóru meiri enn vælkomin á gátt.

Húsar var Nýggjársbygd, og tá var dansað á Húsum, og fólk vitjaðu hvønn annan. Hettar at møtast til góðan felagsskap, hesa myrku tíðina, gav mót til at klára veturin, sum ofta var bæði langur og strangur.

Eg haldi at tíðin hevði tað við sær, at øll vildu verða til reiðar, og fáa gerandisgerningar frá hondini, so jólahøgtíðin gjørdist so lítið stressað sum gjørligt nokk av mati, nokk av torvi, og draga hoyggj til kríatúrini, so jólini kundu verða so lagalig sum tað bar til.

Eg fari til seinast at ynskja øllum eini gleðilig jól, og signað nýggjár.

TAKK FYRI!