Den Gamle By í Århus kom í lag í 1914 eftir hugskoti hjá læraranum og týðaranum, Peter Holm so sum hann nú liggur við Botaniska Hava í Århus. Síðani tá eru nógvar dagføringar ella tillagingar hendar, har heili hús eru flutt til býlingin – seinast í 2011.
Peter Holm hugsaði um tað, sum hvarv av býarmyndini. Hann kendi til Frílandssavnið, sum læt upp í Lyngby i 1901. Tá ið hann varð varugur við, at ein gamal keypmans- og borgarstjóragarður frá Christian IV´a døgum, varð seldur til niðurrívingar í 1909, kveiktist hugskotið um at skipa eitt býarsavn, sum síðani hevur verið partur at býarskipanini í Århus – Den Gamle By.
Den Gamle By, sum liggur at kalla mitt í býnum, verður væl vitjaður alt árið, men serliga undan og á jólum verður hesin áhugaverdi býlingur væl vitjaður. Tey hava nú eina mest ymiskt um jólini í 17- og 18-hundraðtalinum á skrá – klæðir, handverk, hvussu sá út inni hjá teimum fátæku ella hjá tí betra slagnum, og eisini ymiskt innan matgerð.
Vit vóru og vitjaðu henda hugnaliga býling, sum eisini hevur verið partur av pallmyndum til filmar og ikki at forgloyma ein serliga hugnaligan jólakalendara hjá DR, “Jul i Gamle By”, sum varð vístur fyri nøkrum árum síðan, ið varð upptikin her.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá eini ferð í Den Gamle By 2. jóladag, har hópin av fólki høvdu leitað sær, at stytta sær stundir og hugna sær við gomlu søguni um býin og eini køku, gjørdari eftir gamlari uppskrift.




