Dramabólkurin í KFUM & KFUK er sera virkin fyri tíðina. Fyri góðum 3 vikum síðani framførdu tey ein bíbliuleik í sunnudagsskúlanum, og nú hava tey fyrireika seg til jóla.
Tað er í hesum sambandi, at tey bjóða til opið hús og jólahugna í KFUM & KFUK, hóskvøldið 16. desembur kl 19.00, fríggjakvøldið kl 22.30.
Dramabólkurin hevur vant jólaevangeliið, men tað er klætt í nýggjan búna. 2 børn sita og droyma um, hvussu tað vildi hent, um Jesus bleiv føddur í 2004. Tað er ørvísi og hugvekjandi, siga tey, so nú er bara at koma at hyggja.
Tiltakið er hugsa til alla familjuna, og tað er sjálvandi ókeypis. Á skránni verður jólasangur, drama, prát og hugni, saman við jólasøgu.
Tiltakið fríggjakvøldið er eisini fyri alla familjuna, men er lagt kl 22.30, fyri serliga at royna at fanga ungdómin…
Dramabólkurin framførir eisini í Havn, og verður hetta til stóru jólakonsertina á Hálsi leygarkvøldið. Meira fæst at vita við at vitja www.kuff.fo




