Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jól við Løkin á Itunes og Spotify

Oliver Joensen

1. desember var jólafløgan hjá Jóannes S. Hansen tøk á Itunes og Spotify. Útgávan ber heiti “Jól við Løkin”. Talan er um eina

fløguútgávu við nýggjari og eldri jólasálmum og sangum, sum Jóannes á sín serstaka hátt tulkar

á flyglinum.

Jóannes Símunarson Hansen er føddur á Toftum 24. apríl 1947. Sum heilt ungur drongur setti hann

seg við tangentarnar og byrjaði at spæla á gamla harmonium (pumpuurgu) hjá ommuni og abbanum

á Toftum. Nógv ár eru gingin, og í dag er Jóannes ein av mest originalu klaverspælarum í Føroyum.

Á klaver, orgul ella harmoniku hevur hann spælt til óteljandi samkomur, jarðarferðir, brúdleyp og

føðingardagar. Hansara klaverspæl er ljóst, mjúkt og flótt, samstundis sum tað spjaðir frið og hvíld.

Ynski plátufelagsins hevur verið, at lurtarin skal hoyra Jóannes spæla beinleiðis, og uttan at nakað er

lagt afturat upptøkunum.

9. oktober 2012 var tí farið í Fríðrikskirkjuna á Toftum. Jóannes setti seg við flyglið klokkan 10.00 og

spældi út í eitt fram til klokkan 17.00 við tveimum steðgum. Av innspældu løgunum eru 21 útvald til

útgávuna. Jákup Heinesen og Símun J. Hansen hava staðið fyri upptøkunum og Jákup Heinesen hevur

ljóðblandað.