Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jóla- og familjukonsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 6. desember klokkan 1400 og 1700

(Hannefía Joensen)

Eins og undanfarin ár fer Føroya Symfoniorkestur at hava eina familjukonsert nú undan jólum við ungum solistum og syngjandi børnum. Tað vera tvær konsertir, báðar í Norðurlandahúsinum sunnudagin 6. desember klokkan 1400 og klokkan 1700.

Umframt at jólasangir verða sungnir av børnum úr Kóri Glyvra kirkju, Tórshavnar Musikkskúla, Eysturskúlanum, Vestmanna skúla og Tórshavnar Kommunuskúla, so fer Oluf Dam at spæla kenda satsin úr klaverkonsert nr. 21, Kochel 467 av W. A. Mozart, betur kendur sum Elvira Madigan. Hesin satsurin fekk hetta heitið, tá tónleikurin varð brúktur í svenska filminum Elvira Madigan frá 1967 um syrgjuligu ástarsøguna um Elviru, sum var línudansari í sirkusinum hjá pápa sínum, og dragonløjnatntin Sixten Sparre. Tey endaðu sínar dagar á donsku oynni Tåsinge í 1889.

Unga songgentan Jensia Højgaard Dam syngur vakra sangin “Walking in the Air” úr The Snowman, sum skaldið Alexander Kristiansen hevur føroyskað til “Vit sveima løtt í ský” eftir bretska tónasetaran Hovard Blake. Hetta verkið, The Snowman, verður framført av symfoniorkestrinum við Anfinni Heinesen, sjónleikara, sum frásøgumanni.

Sum vant, so endar tónleikaløtan við at vit øll í felag syngja Føgur er foldin.

Atgongumerkini kosta 75 krónur.

Harleywoodpaint