Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaboð eru komin

Oliver Joensen

Jólaboð 2009, sum KFUM í Havn gevur út, eru komin í bókabúðirnar.

Í bókini er hópur av tilfari bæði til børn, ung og eldri, bæði siðsøguligt, søgur og yrkingar.

Av tí siðsøguliga kunnu vit nevna, at Gudrun Zachariasen aftur í ár sigur frá, tá ið hon og maðurin Jógvan vóru læknahjún í Klaksvík í 1920-árunum.
Freydis Poulsen greiðir frá fólki og umhvørvi á Stongunum í uppvøkstri sínum.
Hans Jacob Hansen hevur verið tveir túrar við Polo undir seinna kríggi.
Heini F. Petersen hugleiðir um tíðina og umhvørvið á Steig, meðan V.U. Hammershaimb var har.
Effie Campbell fer við okkum til Streymnes – fedranna bygd, har hon ofta var og vitjaði í uppvøkstrinum, og Benny Drewsen minnist aftur á barnajólini.

Eingi Jólaboð uttan jólainngang. Hesa ferð hevur Hanus á Gørðum, prestur, skrivað inngangin »Hin størsta hendingin í einum húski«.

Permumyndin er ein vøkur gomul mynd av Klaksvík.

Janus Dam Guttensen hevur teknað tekningarnar í bókini.

Guttorm Zachariasen hevur lagt Jólaboð til rættis.

Bókin er 84 síður stór og kostar kr. 100,- eintakið.

Harleywoodpaint