Eins og øll feløg við virðing fyri sær sjálvum skipar eisini "Útróðrarfelagið eystan Múla" fyri jólaborðahaldi fyri limum sínum. Flestu limirnir í felagnum eru úr Norðdepli, Hvannasundi og av Viðareiði, men tað eru eisini nakrir, ið búgva í Klaksvík og rógva út haðani.
Fyrstu ferð, felagið hevði jólaborðhald, var í 1996, og síðani hevur tað verið hildið á hvørjum ári. Tey fyrru árini var tað í skúlanum á Fossánesi, men seinastu tvey árini hava hølini hjá arbeiðsmannafelagnum verið karmur um tiltakið. Arbeiðsmannafelagið húsast í ovaru hædd á fyrrverandi handilsbygninginum hjá Debes Christiansen. Hetta er eitt gott og rúmsátt høli, ið riggar væl til eitt sovorðið tiltak.
Fyri at at ørkymla útróðurin sum minst, plagar borðhaldið at vera hildið í harðastu mysing, og nú fríggjakvøldið 28. november vóru eini hálvthundrað fólk samankomin. Sum vant vórðu konurnar bodnar við eins og teir, sum egna akkord hjá teimum ymsu bátunum. Farið var til borðs, og einir tveir sangir vórðu sungnir áðrenn maturin kom á borðið. Í ár var høvuðsrætturin nakað so sjáldsamt sum reinsdjórakjøt, ið var tilgjørt á matstovuni hjá Elisabeth Nybo á Viðareiði. Sera vælsmakkandi og helst rættiliga sunt eisini, tí har er mestsum einki av feitti í. Skonkt verður ikki undir borðhaldinum. Tað sterkasta, ið fæst at drekka, er veðraøl. Tað kemur tó fyri, at onkur hevur ein dropa hjá sær og gongur út at munna sær á upp á tann gamla føroyska mátan. Men tað plagar tó ikki at merkjas stórvegis.
Tá reinsdjórakjøtið var fingið niðurum, varð mandlugreytur sopin, og í ár var ein fugloyingur tann hepni, sum fekk mandluna. So var aftur sungið, onkur hevði eisini gjørt ein sang til høvið, og so fór stórskemtarin Mogens Højsted, sum annars siglir sum maskinmaður við Másanum, upp á gólvið at undirhalda. Hann hevði mangar góðar at fortelja og láturin rungaði. Onkur gamal útróðrarmaður visti eisini onkra stuttliga søgu.
Eftir borðhaldið sótu fólk og hugnaðu sær og prátaðu sum vant er. Sum vera man høvdu menn hug at líta aftur um bak og taka saman um hetta skjótt farna árið, men prátið snúði seg kortini ikki bara um fisk og útróður. Klokkan var farin langt um midnátt áðrenn tey seinastu fóru at húsum.
Í bygdunum eystan Múla er hópur av fólki, ið er knýttur at útróðrinum, og fiskivinnuni annars. Einir 7-8 stórir og miðalstórir bátar rógva meir og minni fast út, og harafturat koma onkrir smærri bátar. Hesir bátar hava nógvar egnarar og so er eisini onkur bátur, ið burturav fiskar gággu at selja. Tað sigur seg sjálvt, at broytingar í fiskiskapi og prísi merkjast væl í lokalsamfelagnum
Formaðurin í felagnum, Olaf Sivertsen, sum er heimamaður hjá 50-tonsaranum Oslu, sigur, at til fiskiskap hevur árið hjá teimum roynst eins væl og í fjør. Tonsatalið er nakað tað sama, men sølan hevur svikið. Hýsuprísurin er fallin rættiliga nógv hetta seinasta árið, og tá meginparturin av veiðini hevur verið hýsa, sæst hetta sjálvandi aftur á inntøkuni. Tað bøtir tó væl um støðuna, at teir fiska ein stóran part av agninum (gággu) sjálvir.
Útróðrarflotin í sundinum broytist sum árini ganga. Bátar koma og fara. Tveir bátar; "Nevið Reyða" og "Glyvraberg" eru farnir at rógva út frá Klaksvík hetta seinasta árið, men hin vegin so er onkur komin afturat. Í heyst keypti Palli Simonsen stóra útróðrarbátin "Turið" úr Klaksvík. Hann eitur nú "Fagraenni", hevur fingið nýggja egningarmaskinu ísetta og hevur verið einar tríggjar túrar. Sum skilst riggaði egningarmaskinan væl. Gamla "Fagraenni" keyptu Eyðstein Sørensen og aðrir. Hann fekk navnið "Fiskimúli" og hoyrir framvegis til í tronganum. Teir hava havt góðan fiskiskap, síðan teir byrjaðu.




