Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaborðhaldið hjá Bjarna Hammer er útsett

Helgi Abrahamsen

Tá Bjarni Hammer fyri einum góðum ári síðani varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin, lovaði hann veljarunum, at hann fór at brúka ferðapengarnar til at halda jólafrokost fyri.

Tá Bjarni Hammer fyri einum góðum ári síðani varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin, lovaði hann veljarunum, at hann fór at brúka ferðapengarnar til at halda jólafrokost fyri. Hann vísti á, at ferðaískoytið hjá løgtingsfólkum var alt ov høgt, og tí vildi hann, at pengarnir skuldu koma veljarunum til góðar.

Og lyfti helt hann í fjør. Tann 11. desember 2015 klokkan 20 bjóðaði hann til eina ”hugnaliga løtu” í Tvøroyrar Klubba, har okkurt gott var til matna, okkurt leskiligt afturvið og undirhald var eisini á skránni við skemti og tónleiki.

Men í ár hevur Bjarni Hammer ikki havt nakran jólafrokost, hóast hann hevur fingið meira í ferðapeningi í ár enn hann fekk í fjør. Men tingmaðurin hevur ikki gloymt lyftið, sum hann gav veljarunum áðrenn valið.

”Eg ætlaði í ár at halda jólaaftan fyri tey sum sita einsamøll, men orsaka av býráðsvalinum og tí sum har fylgdi við, varð eg noyddur at sleppa teirri ætlanini,” sigur Bjarni Hammer. Hann ætlar tó at gera tað næsta ár, og ístaðin arbeiðir hann nú við tankanum um, at hann í ár skal skipa fyri einum familju-nýggjárshaldi umleið klokkan 6 nýggjársaftan. Tað er tó ikki alt komið uppá pláss við tí enn, sigur hann.

Tá vit tosaðu við Bjarna Hammer í dag, var hann ikki heima, so hann hevði ikki tølini við hondina, men hann helt, at skattafría ískoytið, sum tingmenn í Suðuroy fáa liggur beint omanfyri 4.000 krónur um mánaðin.