Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólabygdin Sandavágur

Oliver Joensen

Nógv verður gjørt burtur úr jólunum í Sandavági í ár.

Umframt tey vanligu jólatrøini, sum sett verða upp á Sondum og niðri á hólminum í ánni niðanvert Valloyruna, verður eisini í ár møguligt allan jólmánan at vitja serligar jólahandlar í bygdini.

Jólatræið í Sandavági verður tendrað týsdagin annan december klokkan 18.00. Albert Ellefsen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin til tiltakið, og David Johannesen, prestur, fer at halda røðu, og hornorkestrið hjá Frelsunarherinum fer at spæla. Eftir tiltakið, sum verður við jólatræið á miðstaðarøkinum á Sondum, verður farið í SÍF húsið, har Vága kommuna bjóðar ein heitan drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Ein áhugabólkur hevur tikið stig til at fáa lív aftur í gamlar handlar í Sandavági. Tó verður hetta bert í december. Ætlanin er, at tað skal bera til hjá fólki at vitja hesar handlar ið verða prýddir eftir gomlum uppskriftum, so fólk kann fáa eina fatan av, hvussu ein gamal bygdarhandil einaferð hevur sæð út. Fólk kunnu so umframt tað upplivingina fá høvið at keypa ymiskt, ið boðið verður fram í hesum handlum fram til jóla.