Leygardagin 9. desembur kl 14:00 verður føroysk jólagudstænasta í Christianskirkjuni i Aarhus, har Tummas Kannuberg, gudfrøðilesandi, prædikar.
Aftaná jólagudstænastuna verður jólaveitsla í kirkjukjallaranum, har vit fara at hugna okkum við felagssangi, dansi um jólatræið og einum góðum drekkamunni við onkrum søtum afturvið. Umframt hetta kemur føroyski jólamaðurin eisini at heilsa uppá børnini.
Møguleiki verður eisini at senda jólaheilsanir heim til familju og vinir í føroyum, sum verða sendar í Kringvarpið Føroyar.



