Nú um dagarnar frættist, at tað eru lutfalsliga nógvar umsóknir til jólahjálp, frá ”í menniskjum góðum tokki”, frá familjum úr Norðoyggjum. Hesi tíðindi hava elvt til kjak og onkur hevur kanska hug at seta spurnartekin við, um tað veruliga er so, at fólk her norði eru illa fyri fíggjarliga. Tað er tó so, tíverri, at tølini tala fyri seg.
Nú um dagarnar frættist, at tað eru lutfalsliga nógvar umsóknir til jólahjálp, frá ”í menniskjum góðum tokki”, frá familjum úr Norðoyggjum. Hesi tíðindi hava elvt til kjak og onkur hevur kanska hug at seta spurnartekin við, um tað veruliga er so, at fólk her norði eru illa fyri fíggjarliga. Tað er tó so, tíverri, at tølini tala fyri seg.
60 familjur í Norðoyggjum
Upplýsingar frá ”í menniskjum góður tokki” siga nakað um hesi fólk og teirra umstøður. Taka vit 300 tær fátækastu familjurnar í Føroyum, so hava tær 533 børn, næstan helvtin av hesum børnum, heili 48%, eru í aldrinum 0-6 ár. Tað vil siga, at tey eru á dagstovnum kring landið.
Hesar 300 familjurnar búgva um alt landið, men eru yvirumboðaðar í Norðoyggjum. Tað búgva 12% av fólkinum í Norðoyggjum men 20% av fátækastu familjunum eru í Norðoyggjum, tað vil siga heilar 60 familjur. Nógv tann stórsti parturin av hesum familjum fáa veitingar frá tí almenna, 69% fáa forsorg, fyritíðarpensjón, sjúkadagpening,lestrarstuðul ella arbeiðsloysisstuðul Aftrat hesum eru tað 17% av hesum familjum, ið starvast á almenna/kommunala arbeiðsmarknaðinum.
Ikki bert stakir uppihaldarar
Hóast nógv er tosa um stakar uppihaldarar og teirra truplu fíggjarligu støðu, so eru tað ikki bert tey, ið eru illa fyri. Staku uppihaldarnir eru 3 ferðir so nógvir, í hesum bólkinum, sum familjurnar við 2 vaksnum. Hetta vísir eisini, at nógvar barnafamiljur, við tveimum uppihaldarum, eru hart sperdar í dagsin samfelag.
Tað eru fleiri orsøkir til at hesar familjur eru illa fyri. Almennu veitingarnar eru ikki høgar. Nógvar kvinnur eru lágløntar, tí tær arbeiða niðursetta tíð, ikki av egnum vilja, men tí tær ikki fáa fleiri arbeiðstímar. Vanliga arbeiðara/fiskimanna familjan er eisini láglønt og hevur ongan skattalætta fingið.Vit skulu heilt upp til eina inntøku á 300.000 krónir, áðrenn flatskattalættin er meir enn 100 krónur, um mánaðin. Tað eru heilt nógvar familjur í hesum inntøkubólki her norði.
Hvat kunnu vit gera
Havi nevnt tað fyrr, nú umsita kommununnar bæði barnaansing og eldrarøktina, tvey økir, har nógvar kvinnur arbeiða, tí hava kommununnar nú møguleikan, at skipa arbeiðið so tey, ið hava brúk fyri tí, fáa fleiri tímar.
Markið fyri at missa frípláss í barnaansingini er sera lágt í mun til okkara grannalond, tað ber til at hækka hetta markið fyri at bøta um hjá barnafamiljunum. At hækka markið kostar peningin fyri kommununnar, men spurningurin er, um tað ikki er rætt av kommununum at raðfesta hesa hækking.
Barnaískoyti, til stakar uppihaldarar, hækkar nú 1 januar til 1000 krónur um mánaðin, tað hjálpir teimum nakað. Vit eiga eisini at hugsa um barnafamiljurnar og hækka barnafrádráttin bæði í landskattinum og kommunuskattinum. Fyri at gera tað møguligt at stuðla meiri miðvíst, kundi Klaksvíkar kommuna gjørt eina neyvari kanning av umstøðunum hjá hesum bólki fyri at fáa greiðu á hvar og hvussu, vit skjótast og best kunnu gera nakað við henda trupuleikan.
Halda ikki jól alt árið
Vit eiga ikki at góðtaka at børn í okkara samfelag liva í fátækradømi. Kanningar vísa, at sjálvt fátækradømi í eina stutta tíð hava eina ógvusliga ávirkan á børn og henda fylgir teimum eisini í teirra vaksna lívið. Hóast vit eiga at vera sera takksom fyri tað megnar arbeiðið ið sjálvboðin gera, so eigur ábyrgdin ikki at hvíla á teirra herðum. Tað er ein samfelagsuppgáva at syrgja fyri at allir borgarar, eisini teir minstu, hava møguleika fyri einum góðum lívið. Tí mugu land og kommunur taka saman hendur og loysa trupuleikan, tí vit skulu minnast til, at tá ið jólini eru farin afturum, eru umstøðurnar hjá hesum børnum eins og tær vóru, frammanundan jólunum.
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna




