Sunnudagin kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju.
Sunnudagin kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Bæði kendir jólasálmar og nýggir úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.
Kajberg Davidsen, fer at hugleiða um evnið: “Barnaminnir úr heimbygd míni, Skála”.
Eisini verður okkurt tónleika-/sanginnslag.
Hetta er 7. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki, sum plagar at fáa góða undirtøku. Fyrireikararnir vóna og vænta aftur í ár, at nógv fólk møta upp at syngja jólini inn og njóta eina áhugaverda og hugnaliga løtu saman.
Aftaná verður ein drekkamuður at fáa í nýinnrættaða kirkjukjallaranum.




