Aftur í ár verður jólahugni í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Hetta tiltak hevur verið væl vitjað í mong ár. Í ár verður jólahugnin fríggjadagin 13. desember kl. 15:00.
Aftur í ár verður jólahugni í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Hetta tiltak hevur verið væl vitjað í mong ár. Í ár verður jólahugnin fríggjadagin 13. desember kl. 15:00.
Á skránni er millum annað ein góður drekkamunnur, felagssangur, andakt og ein jólasøga. Eisini syngur eitt nýtt barnakór, skótar ganga lucia og burturluting verður.
Hetta er samstundis síðsta hugnaløtan í Christianskirkjuni í ár. Hugnaløturnar byrja aftur í januar.
Kirkjuráðið




