Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólahugni í Klingrugarði

Oliver Joensen

Handlarnir í Klaksvík eru nú rættuliga farnir í holtur við jólasøluna hóast november mánaði ikki er meira enn hálvur.

Ikki kann sigast annað enn at tað er hugaligt, hesa myrku tíðina, at síggja handlarnar brynja seg til jólasøluna. Onkuntíð hevur verið ført fram, at ov tíðliga verður byrjað, men hinvegin er hetta myrk og illveðurslig tíð, hetta fram til jólini, so vit halda at tað ger einki um handlarnir eru við til at lýsa eitt sindur upp í myrkrinum, og kennist hetta tí meira sum eitt ljós í myrkrinum, ið ger tað eitt sindur lættari hjá okkum at koma ígjøgnum dagarnar við nærum ongum dagslýsi.