Hóast kalt, so høvdu nógv fólk leitað sær oman í sparikassagarðin í dag seinnapartin til sera væl fyrireikaða og fjøltáttaða tiltakið.
Klaksvíkar Hornorkestur hitaði upp og sum nakað nýtt fingu vit "heimspremieru" av Garðvaktini, har Steinvør Fonn sang solo, ið meðan lærarar frá garðvaktini spældu á ymisk ljóføri. Heitasta navnið í Norðoyggjum fyri tíðina, Ingibjørg Hansen, ið vann Nósa Barna Prix 2004 bergtók fólki við síni yndisligu rødd. Nicolina Rubeksen & Dánjal Kjærbo vístu okkum at tey goyma potentiali til nakað, sum vit púra vist fara at síggja meira til í framtíðini og Jóhan í Kollafirði var sum altíð Jóhan.
Eitt gott tiltak og ikki minst eitt klípið til trivnaðin í Norðoyggjum. Takk fyri Sparikassin.




