Jákup P. Johannesen greiðir frá uppskotinum um stadionøkið, og landsliðsvenjarin greiðir frá arbeiðinum sum landsliðvenjari.
Jólahugnin sum byrjaði í gjár í KÍ høllini, heldur áfram í dag.
Kl. 16:00 í dag fer Jákup Pauli Johannesen, frá Fuglø Arkitektum, at greiða frá uppskoti um møguleikar við samskipan av ítróttarøkinum í Klaksvik. (Stadion Klaksvík).
Kl. 17:00 vitjar landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, á Café KÍ.
Hann fer at greiða frá sínum arbeiði sum landsliðsvenjari, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri framman.
Sí annars: http://ki.fo/




