Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakapping í svimjing

Oliver Joensen

Ítróttasambandið fyri brekað skipaði fyri svimjikapping um vikuskiftið.

 Yvir 20 svimjarar vóru við til kappingina, sum var í Klaksvík sunnudagin 29. November. Jógvan Skorheim, vararborgarstjóri í Klaksvík, setti kappingina.

Svimjarnir umboðaðu ítróttafelagið Svan í Eystuoynni og svimjifelagið Ægir í Klaksvík. Eisini vóru svimjarar úr Havn. Tað sást týðuliga at ítróttafólkini høvdu vant nógv, tí nærum øll settu persónlig met í kappingini.

10 ára gamla Krista Mørkøre, sum hevur umboðað Føroyar í altjóða kappingum, setti fleiri persónlig met, m.a. setti hon persónligt met í 50 m frí við tíðini 39,39. Krista luttók eisini í 50 m rygg, bringu og firvald.

Aplonina Justesen úr svimjifelagnum Ægir vann gull í greinini 50 m frí við tíðini 35,53. Krista Mørkøre kom á 2. pláss við tíðini 39,39 og á 3. pláss kom Halla Poulsen úr ítróttafelagnum Svani við tíðini 47,51

Robert Poulsen úr Havn var skjótasti drongurin á 50 m teininum í frísvimjing. Hann kom inn við tíðini 38,18, sum eisini er eitt persónligt met. Júst í Túni kom á annað pláss við tíðini 38,42 og á triðja pláss kom Eivind Toftegaard við tíðini 39,16.

ÍSB fegnast um tey góðu avrikini og um at alt fleiri ung, ið bera brek, vilja íðka ítrótt.
Komandi vikuskiftið verður jólakappingin í boccia í Klaksvík. Kappingin verður í KÍ-høllini leygardagin 5. desember kl 14.00.