Árliga jólakonsertin í Fuglafjarðar Kirkju við hornorkestrinum og sangkórinum verður leygardagin 19. desember kl. 16.00.
Á skránni er m.a. tvær nýggjar útsetingar av føroyskum sálmun – sum Anne Mette Greve Klementsen hevur gjørt – frumframførdar. Saman framføra kór og orkestur “Frið, Frið, Frið”, sum Páll Isholm hevur skrivað orð til, serliga til hettar høvið.
Fuglafjarðar sangkór er undir leiðslu av Heðini Kambsdal og Fuglafjarðar Hornorkestur er undir leiðslu av Rúna Hentze.
Hettar er eitt gott høvi til at koma í rættan jólahýr.




