Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólakonsert í Glyvra kirkju

Jóhann Lützen

Mikukvøldið 4. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.

 

Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk, í hugnaligu kirkjuni.
 
Jólakonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag er gott høvi í jólamánaðinum at seta eina løtu av til góðan jólatónleik.
 
Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin, og tiltakið er ókeypis.