Konsertin verður hóskvøldið 2. desember kl. 19.30
Aftur í ár verður jólakonsert í Skúlanum við Ósánna við 17 Sangarum og kvinnukórinum Suð. Á skránni eru bæði eldri kendir jólasangir, sum geva okkum serligu jólakenslurnar eins og lættari klassisk stykki. Eisini hava bæði kórini nakað av nýggjum jólasangum úr Svøríki og Íslandi týddir til føroyskt.
Pætur við Keldu og Steinvør Fonn fara eisini at spæla kendar jólasangir á cello og klaver. Fylgispæl á klaver til Suð hevur Helga Gerðalíð.
Konsertin við 17 Sangarum og Suð verður í Skúlanum við Ósánna hóskvøldið 2. des. kl. 19.30




