Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakonsertir í Havn og á Toftum

Danial Viðoy

Tíðindaskriv: Leygardagin fara Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni at hava konsert í Dómkirkjuni í Havn og sunnudagin í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Nógvar jólakonsertir og jólaframførslur av ymsum slagi eru um hesa tíðina. Tvær av teimum vera ávikavist leygardagin og sunnudagin, tá Kristiliga Sangkórið og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni fara at spíla seg út ávikavist í Dómkirkjuni í Havn og í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Kórini fara at framføra eini átta jólasangir hvør, umframt at tey eisini fara at syngja tveir sangir saman. Í flestu førum er talan um kend jólaløg.

Kórleiðarar eru Hanus Joensen fyri Kristiliga Sangkórið og Mikael Jóhan Heinesen fyri Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni.

Øll eru hjartaliga væl komin at lýða á ókeypis konsertirnar ávikavist leygardagin klokkan 17.00 í Dómkirkjuni í Havn og klokkan 16.00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum.