Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaløta í Heiminum við Vágna

Danial Viðoy

Búfólkini í Heiminum við Vágna hava tað sum blomman í egginum. Góðar karmar og gott undirhald. Seinnapartin í gjár var Hanus á Gørðum á vitjan við góðum orðum og beint aftaná spældu næmingar frá musikskúlanum jólasangir. Norðlýsið var á vitjan við tí livandi myndatólinum.

Hóast tað í seinastuni hevur leikað í av ódnarveðrið og Heimi við Vágna eisini hevur fingið ein útvortis skaða, er tað jólaligt og heitt og fjálgt inni í heiminum.

Í einari av uppihaldsstovunum í gjár varð skipað fyri eini jólaløtu, sum tey gomlu tóku væl ímóti. Tey nýttu løtuna og murraðu afturvið floytu- og klaverspælinum.