Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólamarknaður 2008 í KÍ-høllini

John William Joensen

Leygardagin 29. november skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri Jólamarknaði í KÍ høllini

KÍ høllin verður karmur um Jólamarknaðin 2008 leygardagin 29. november. Nú eru nøkur ár síðan stevnuhugnan mánaðarskifti november-desember í KÍ høllini, men hetta verður nú broytt. 

Í løtuni eru fyrireikingarnar í gongd og mangt forvitnisligt verður á skránni. Úr rúgvuni av tiltøkum kunnu nevnast mótasýning, skjótikapping og málningauppboðssøla. Ætlanin er eisini at hava forkunnugt tombola har m.a ber til at vinna bógvar, kjógv og síður. Góður sangur verður eisini at hoyra og kendur persónur kemur eisini at greiða frá gomlum KÍ søgum. Tað ber eisini til at ognað sær árskort til allar formulaheimadystirnar hjá KÍ komandi kappingarár fyri einans 650 kr. og harvið spara 260 kr. 

Endaliga skráin verður kunngjørd seinni. At enda kann nevnast at tað er ókeypis atgongd til Jólamarknaðin fyri øll.

Harleywoodpaint