Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólamessan 2007 avlýst

Oliver Joensen

Norðlýsið hevði stórar ætlanir um eina Sølumessu sum ikki var sædd áður í Klaksvík, men orsakað av at tað hevur drigið út við Badmintonhøllini bleiv hetta av ongum í ár. Men longu nú eru ætlanir um eina slíka í 2008.

Ætlanin við Sølumessuni var, at hon skuldi liggja um mánaðarskiftið november/desember, hetta tí at hetta verður mett hóskiligast undan strævnu og aktivu døgunum hjá handlum og fyritøkum upp undir jól. Jólamessan er hugsað sum startskotið til jólasøluna.
Vit bíløgdu høllina longu í summar, og hava alla hesa tíðina fyrireika okkum at fara ígognd, og seinasta evstamarkið fyri nær høllin skuldi vera klár var 20 oktober, Men tá vit mánadagin12. november bert kundu staðfesta at høllin ikki var liðug, hildu vit tað ikki vera ráðiligt at halda framsýnarum aftur longur.
Gjørt var tí av, at biðja um hallirnar báðar til sama tíðarskeiðið í komandi ári og at siga øllum teim mongu frá, sum høvdu víst áhuga, at Jólamessan bleiv av ongum í ár.
Hetta harmar okkum almikið at gera, men ikki gongst altíð sum ætlað, og tað er at vóna at áhugin verður líka stórur komandi ár.

Oliver Joensen, blaðstjóri.