Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaódnirnar í baksýni

Hanus Kjølbro

 Jólini hava verið buldaslighvat veðrinum viðvíkur. Fleiri ógvuliga djúp lágtrýst hava lagt leiðina framvið Føroyum og hava sett sín dám á jólini.

Lágtrýst verða gjørd av av muninum ímillumkalt og heitt. Størri munurin er, djúpari verða lágtrýstini.

Av Norðpólinum rekur køld luft og møtirteirri heitu luftini frá tropunum. Vanliga er tað um leiðirnar við Nýfunnland,at hetta fer fram. Úrslitið er, at køld og heit luft mala rundan um eina miðju.Har sum luftnøgdirnar møtast og trýsta á hvørja aðra, kallast brúgvaløg. Harregnar. 

Malandi skipanin – lágtrýstið – fer so atsmúgva seg eystureftir. Er mótstøða á vegnum, finnir lágtrýstið sær aðra leið -ella steðgar og verður verandi. Tað er vindarnir í erva, sum skipa fyri kósiniog ferðini – hvar lágtrýstið fer.

Júst soleiðis skikkaðujólaódnirnar í ár seg. Tann fyrra uppstóð 500 fjórðingar beint sunnan fyriKappan 21 desember. Hon fann sær leiðina ímóti Føroyum, tí forðingarnar vóru ovstórar at fara annan veg. Lufttrýstið yvir Grønlandi og Vesturevropa var ovhøgt. Ein geiri var ímillum, og har fór tað.  

Fyrsta ábending um lágtrýstið kom18. desember – t.e. 3 dagar áðrenn! Tað er altíð ein óvissa um, hvussu nógv taðfer at mennast, og júst hvønn veg tað fer. Og tað ger stóran mun í veðrinum herhjá okkum. Tí verður í fyrsta umfari ikki sagt ov nógv.

Tað seinna lágtrýstið uppstóðbeint í halanum av tí fyrra. Tey vóru mestsum eins vorðin – bæði hvussumáttmikil tey gjørdust, og hvønn vegin tey fóru.

Tað fyrra steðgaði á ferðininakað eystan fyri Føroyar og vildi ikki flyta seg longur burtur frá okkum. Taðvar tí, at veðrið jólaaftan ikki gjørdist nakað serligt fyrr enn út á kvøldið.Vanliga fara slíkar cýklónir skjótt framvið – illveðrið plagar ikki at blívavið og blíva við.

Tað, sum skumpaði tað burtur, vartað seinna lágtrýstið. Steðgurin ímillum tey var bert nakrar fáar tímar. Taðfyrra lágtrýstið fór til endans norðureftir; tað seinna fór fyrst eystureftirog gav normonnum og dønum ein mungibita uppá, hvussu jólini høvdu verið íFøroyum.

Tað, sum síðan er hent, er, atfleiri líkandi lágtrýst eru uppstaðin – men tey farin eina leið beint ímótiGrønlandsfjørðinum. Júst sum lágtrýstið í vikuni fyri jól. Tey eru líka djúpsum jólaódnirnar. Tey hava fevnt um allan norðara part av Norðuratlantshavi –og vit merktu nógvan vind gjárakvøldið og í nátt úr útsynningi-suðuri. Munuriní lufttrýstinum í miðjuni av hesum lágtrýsti og tí høga trýstinum yvirVesturevropa er næstan 100 hPa. Tað er ein ógvuliga og óvanliga stórur munur oger ein ábending um, hvussu lufthavið skikkar sær í hesum døgum.

Eitt annað samlíkt lágtrýst ferat leggja seg í sama stað í morgin seinnapartin og fer at geva okkum vind upp ístorm í miðalvindi – líka sum í nátt.