Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JÓLASKÁLI Í KLAKSVÍK

John William Joensen

Vit royna nakað nýtt. Kom og vitja jólaskálan í Klaksvík í vikuskiftinum, og tú fært avgjørt eina hugnaliga, æstetiska uppliving mitt í jólastákanini.

Jólaskálin verður í vakra, hugnaliga Skálanum í Bøgøtu.


Hvat er jólaskálin?
Jólaskálin er fyrst og fremst ein framsýning og søla av heimavirkaðari handverkslist í Norðoyum. Síðani er jólaskálin karmur um hugnaliga jólacafé, har tónleikarar fara at framføra bæði cafétónleik, jólatónleik og klassiskan tónleik.
 
Hvør sýnir fram?
Uml. 10 handverkarar/listarfólk sýna horn/silvurarbeiðið, trælutir,  seymaðar, bundnar og tøvdar vørur, málningalist, jólapynt og annað
 Endamálið við jólaskálanum er ikki fyrst og fremst søla. Endamálið er at sýna fram tað tilvirkaðað undir góðum framsýningarmøguleikum, har handverkið veruliga kemur til sín rætt.
Íbirtarnir av Jólaskálanum síggja hetta sum eina ómetaliga stóra og týdnigarmikla uppgávu at fáa handverkið fram í rætta ljósið, og at handverkið fær tað plássið og tað virðing, tað eigur at hava.
 Vónandi fer Jólaskálin at verða bert ein byrjan fyri uppaftur betri gróðrarviðurskiftum hjá handverkslist í Norðoyum og í Føroyum.
Vit ynskja at skapa íblástur millum fólkið, tí nógv eru lista- og handverksfólk millum okkum.


Vónandi vitja nógv Jólaskálan og taka undir við hugskotið okkara, so hetta kann verða byrjan til nakað størri