Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskip og Ársins Rósa – illveður tarnar jólamonnunum

Danial Viðoy

Vit á Norðlýsinum hava fingið facebookboð sendandi frá einum jólamanni, sum væntar at teir verða á Klaksvík í vikuskiftinum beint undan jólum. Jólamaðurin skrivar eisini, at tað er týdningarmikið at velja Ársins Rósu aftur í ár.

Vit á Norðlýsinum hava fingið facebookboð sendandi frá einum jólamanni, sum væntar at teir verða á Klaksvík í vikuskiftinum beint undan jólum. Jólamaðurin skrivar eisini, at tað er týdningarmikið at velja Ársins Rósu aftur í ár.

Jólamaðurin, sum fekk nýggja Iphone síðstu jól, skrivar soljóðandi:

Hey kæri miðil í Norðoyggjum og øll hini, sum lesa hetta! Vit høvdu ætlað okkum at vera eitt sindur fyrri á sjóvarfallinum í ár, men illveður hevur tarnað okkum.

Tað hevur eisini rullað so illa, at ikki hevur borið til at verið niðri á bomm-fabrikkini og framleitt jólapakkar. Og tit vita, at jólapakkar mugu vit hava við okkum.

Í gjár var ein hampiligur dagur og tá bar aftur til at gera jólapakkar (y). Í løtuni vænta vit at verða á Klaksvík vikuskifti 18.-20. desember. Veðrið ger av, nær vit verða á Klaksvík.

Vit gleða okkum, og minnist til at velja Ársins Rósu aftur í ár.

Heilsan gamli jólamaðurin.

Ársins rósa

Aftur í ár skipar Føroya Sjómannadagur fyri tiltakinum Jólaskipið og harvið skal eisini Ársins Rósa gevast út.

Uppskot um persónar, ið áttu at fingið heiðurin av at fáa Ársins Rósu eru kærkomin. Uppskot kunnu sendast við telduposti til: oliver@nordlysid.fo, ella eisini við brævi til Norðlýsið, Postsmoga 58, 710 Klaksvík, merkið brævbjálvan við áskriftini “Ársins Rósa”.

Reglugerðin fyri Ársins Rósu er sum niðanfyri:

Ársins Rósa

– ein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu –

Reglugerð

§1 – Endamál

Í ljósinum av heilaga boðinum um at túskalt elska næsta tín sum sjálvan teger endamálið við hesum tiltaki: ”Ársins rósa” at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað

ella stórvegis afturfyri.

§2 – Mannagongd

Hvørt ár um jóltíðirkannein persónur verða heiðraður viðársins rósufyri sítt góðgerandi arbeiði við eini viðurkenning, ið verður handað honum av borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu. Handanin fer fram í sambandi við hóskandi alment hátíðarhald, ið skipað verður fyri um jóltíðir.

§3 – Viðurkenningin

Viðurkenninginársins rósaer – umframt heiðurin og herðaklappið – ein heiðursgáva, ið inniheldur eina stóra vakra kurv, eitt heiðursbræv, eina gylta rósu og eina peningagávu.

§4 – Leiðsla

Leiðslan fyri tiltakinumársins rósaer ein fimmannanevnd, ið er mannað av (1) borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu, sum er formaður í nevndini, (2) blaðstjóranum á lokalblaðnum Norðlýsinum,

(3) stigtakaranum til ársins rósu, (4) einum persóni, ið Klaksvíkar Býráð velur fyri fýra ár í senn eftir hvørt býráðsval, og (5) persóninum, ið seinast varð valdur tilársins rósu.

Tá/um stigtakarin tekur seg úr nevndini, verður tann nevndarsessurin eisini valdur av Klaksvíkar Býráð á sama hátt sum tann fjórði nevndi.

§5 – Gildi / broytingar

Henda reglugerð kemur í gildi, tá hon er góðkend av Klaksvíkar Býráð. Broytingar í reglugerðini krevja nevndarsamtykt, ið skal góðkennast av Klaksvíkar Býráð..

Klaksvík tann 2. desember 2004

Niclas Heri Jákupsson Steinbjørn O. Jacobsen Oliver Joensen

stigtakari borgarstjóri blaðstjóri