15. árið á rað, kemur vælumtókta Jólaskipið aftur á Klaksvík, og jólamenninir eru í ferð við at leggja vitjanina tilrættis.
So nærkast jólini aftur og tað gevur jólamonnunum nógv at hugsa um. Eitt stórt tiltak, sum teir plaga at hava á Klaksvík er Jólaskipið.
Norðlýsið frættir at Jólaskipið í ár longu er komið væl ávegis við jólamonnunum umborð, og alt eftir hvussu veðrið verður, vænta teir at koma á Klaksvík ein av døgunum beint frammanundan jólum.
Hetta frættu vit við telegrammi ídag, men jólamenninir hava lovað at vit skulu fáa eina samrøðu við teir, tá teir eru komnir somikið langt at tann stóri sendarin á jólaskipinum røkkur.
Nakrir jólamenn eru tó komnir til Klaksvíkar við karet og teir ganga nú og fyrireika tað, sum gerast skal uppi á landi til stóru móttøkuna tá jólaskipið kemur.
Vit frætta meira frá Jólaskipinum væntandi fríggjadagin í komandi viku, skulu vit heilsa og siga.




