Vit frætta frá jólamonnunum umborð á jólaskipinum. at veðrið er somikið buldrasligt, at teir ikki neyvt kunnu siga enn um tað verður hósdagin ella fríggjadagin, at teir stevna inn á Klaksvík
Árins Rósa – seinasta freist mikukvøldi
Samstunds er seinasta freist at lata uppskot inn til Ársins Rósu mikudagin kl. 20.00. Nøvn á viðkomandi persónum skulu sendast til Norðlýsið, Klaksvíksvegur 28, 700 Klaksvík, ella um teldupost til info@nordlysid.fo. Í uppskotinum skal stutt frágreiðing fylgja við, hví ein heldur at persónur, ið verður skotin upp skal hava hendan heiður.
Í nevndini, sum fyriskipar “Ársins Rósa”, sita borgarstjórin, umboð fyri Jólaskipið og umboð fyri blað norðoyinga Norðlýsið.



