Hey øll børn í Føroyum!!! Jólaskipið kemur ikki á Klaksvík fyrr enn mánadagin, kanska ikki fyrr enn týsdagin, lítlajólaaftan.
Jólamaðurin úti i Grøv hevur beint nú fingið telegram frá Jólaskipinum, har jólamenninir umborð siga, at teir klára ikki at vera á Klaksvík fyrr enn í fyrsta lagið mánadagin, kanska ikki fyrr enn týsdagin.
Teir eru øgiliga keddir, men orsøkin er, at teir skulu draga nøkur gørn áðrenn teir koma, og tað arbeiðið hevur gingið longri enn teir ætlaðu. Vit onnur vera tí noydd at bíða í tolni.




