14. árið á rað kemur Jólaskipið á Klaksvíkina. Um veður og vindur lovað tí, so verður skipið á Klaksvík mikukvøldið kl. 18.00.
Á veg til Klaksvíkar leggur skipið at í Leirvík og verður tað kl. 16.00. Sum vanligt er, so verður nógv gjørt burtur úr jólaskipinum í Klaksvík og í ár er einki undantak. Skipið leggur at undir Kryvjuvirkinum á vestari síðu og fer skrúðgonga við jólamonnum, hornorkestri, skótum og nissum á hestbaki heim gjøgnum býin og niðan á vøllin. Har bjóðar borgarstjórin jólamonnunum vælkomnar til Klaksvíkar. Umframt undirhald, kórsang, fýrverkarí og annað, verður eisini felagssangur og Nósi kemur á vitjan. Tiltakið endar við at øll børnini fáa pakka frá jólamonnunum. Sum nakað nýtt, handar borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen einum klaksvíks-borgara Ársins Rósu. Hetta er ein heiður og eitt herðaklapp, fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði fyri býin og borgararnar í Klaksvík. Stuðla jólaskipinum hava Føroya Banki og Klaksvíkar Kommuna.




