Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskipið komið

Oliver Joensen

KL. 16 ídag kom so endiliga jólaskipið við jólamonnunum inn eftir Vágni.
Tað var sum vanligt við levind og gang, faklum og fýrverki teir komu.

Hópur av børnum og vaksnum tóku ímóti Jólaskipinum, eftir at tað hevði verið á Leirvík fyrst og síðani kom til Klaksvíkar júst klokkan fýra.

Hóast teir hava havt illveður av Norðpólinum, so var hýrurin góður nú teir komu á land, og fólk sum hava skil fyri tølum søgdu, at útivið 3000 fólk tóku ímóti Jólaskipinum. Fitt av fólki kom eisini aðrastaðni frá úr Føroyum.

Harleywoodpaint