Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólasøla á Verkstaðnum Brekku

John William Joensen

Í dag frá kl. 10:00 til 16:00 verður forkunnug Jólasøla av lutum, sum brúkararnir á Verkstaðnum á Brekku hava gjørt.

Á verkstaðnum hava tey seinastu tíðina gjørt nógv burturúr at gera ymiskar jólaprýðislutir, sum skulu seljast til Jólasøluna. Harafturat hava tey ígjøgnum alt árið evna lutir, sum verða seldir komandi leygardag.

Nógvir spennandi lutir verða seldir. Eitt nú tey kendu og vælumtóktu skerpikjøtabrettini. Dúkar, grýtulappar og húgvur, evnaður úr føroyskari ull, til børn, eru eisini millum teir mongu lutirnar, sum eru á sølulistanum.

Tað eru tey brúkararnir, ið dagliga arbeiða á stovninum, sum hava evnað allar lutirnar, ið verða seldir á Jólsøluni, og gleða tey seg nógv til at síggja fitt av fólki til Jólasøluna komandi leygardag.

Verkstaðurin á Brekku hevur opið leygardagin, 25 nov., frá kl. 10:00 – 16:00.