Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólasølan hjá Dugna er byrjað

Tíðindaskriv

Árliga jólasølan hjá Dugna er byrjað. Jólasølan er í Tinghúsinum í Klaksvík og í Tinghúsinum á Hjalla.

 

 

Alskyns jólaprýði er at fáa. Talan er um endurnýtslu, tí alt er tilfar, ið fólk lata inn gjøgnum árið.

«Jólasølan plagar at at vera væl vitjað, og tá jólasølan lat upp í gjár, stóðu fólk uttanfyri í bíðirøð», sigur Elin Ludvig, stjóri á Dugna.

 

Kærleikskúlan handað um tvær vikur

Um góðar tvær vikur verður árliga Kærleikskúlan handað.

Dugni letur Kærleikskúluna til onkran, ið hevur gjørt mun í samfelagnum.

Í ár verður Kærleikskúlan handað 27.november kl. 10.