Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólasølustevna 2003 í Klaksvík

John William Joensen

Nú er tíðin komin, har fólk eru farin at hugsa um jólastásið, jólafrokostar og um smáar tvær vikur byrjar jólastákið av álvara.

Í hesum sambandi skipar ein bólkur í Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri sermerktari og hugnaligari sølustevnu í KÍ- høllini.
At sølustevnan í ár verður sermerkt, sæst m.a. á luttakaralistanum sum í mun til undanfarin ár er nakað broyttur. Í KÍ- høllini verður nakað fyri øll, fleiri nýggir handlar, tryggleiki, almenn kunning, bilar, teldur, bøkur, leskidrikkir, undirhald, klæðir til hann og hennara, stutt sagt alt sum hugtekur føroyska húskið.

Øðrvísi skipan enn undanfarin ár:
Nakað sum eisini ger sølustevnuna 2003 sermerkta, er skipanin við døgunum, har fríggjakvøld verður serligt barna- og ungdómskvøld, har luttakarnir og fyriskiparnir leggja skránna og tilboðini eftir yngsta brúkaraskaranum.
Her verður m.a. Look a like kapping, undirhald, mótasýningin við barna- og ungdómsklæðum. Eisini vitja búktalarin og gyklarin úr Glott & Gleimi.
Leygardagurin og kanska serliga leygarkvøldið er so sett av til ung og vaksin, har aldursmark verður ásett. Hetta kvøld verður okkurt eyka gjørt fyri at skapa sermerkta jólahugnan, sum øll kenna so væl úr KÍ- høllini tá sølustevna er.
Av tí at børn ikki alla tíðina renna runt, so fáa tey vaksnu frið at tosa við framsýnarar, handilsfólk og koma hvørjum øðrum við.
Mótasýningin hetta kvøld verður skipað sum Gallasýning, og tónleikur verður á pallinum, og hvør veit, um ikki okkurt popplagið frá konsertini við landaplagunum verður framført. Eisini verður eitthvørt forvitnisligt at frætta um 100 ára hópin hjá KÍ til komandi ár… 
Hugnaliga KÍ Cafehornið ferð óivað at gera sítt til eitt gott ógloymandi kvøld.
Sunnudagurin verður skipaður sum familjudagur, har øll kunnu vitja, uttan mun til aldur. Finala verður í Look a like kappingini, hornjólatónleikur, KÍ- cheerleaders og hetta kvøldið fer KÍ at koma við avdúkingum í KÍ- tímanum…
Pallskráin er sum altíð sera forkunnug, har vit m.a. kunnu bjóða "Look a like"kapping, KÍ- Cheerleaders, heimsklassa undirhald við Glott & Gleimi, hugnaligan horntónleik, sang og guitarspæl, og sjálvandi hugtakandi mótasýningarnar øll trý kvøldini.
Allar dagarnar fara kendir rithøvundar, at vitja í høllini og koma har at signera teirra bókaútgávur.
Lagt er upp til eitt brak av eini sølustevnu, har okkurt verður til einhvønn tørv.